«Norður í heyggi» við bygdina á Eiði í Eysturoy er íbygt: — har búgva huldufólk sum víða hvar í öðrum stöðum. Eina ferðina sat ljósmamman á Eiði Elseba frammi á löðugarðinum og rørdi fleytir. Sum hon best situr og letur tirilin renna sum skjótast at fáa fleytirnar fastar og at vaxa væl í dylluni, kemur ein hundur at henni, er næskur og vil sleikja av mjólkini. Hon kennir ikki hundin og vil koyra hann burtur frá sær, men hann er treiskur og vil ikki fara undan hóttum hennara; — hon ætlar sær tí at rýma og fara inn til sín við mjólkini, hundurin eltir hana, og tá ið hon kemur at durunum, stendur ein huldumaður har fyri henni og biður hana koma við sær at hjálpa konu síni, sum var farin í gólv og lá í barnsneyð. Hon fylgir honum nú norður í heyg og var har alla náttina; — huldumaðurin bant fyri eyguni á henni, tá ið hann leiddi hana norður í heygin. Nú hon kemur aftur um morgunin, fara fólk at forvitnast um, hvar hon hevði verið um náttina, og hvat hon hevði hafst at, men hon svaraði einki annað enn: «vænur var grúkurin, ið føddur var í nátt». Hann lovaði Elsebu lukku í tíggjunda lið, tí at hon hjálpti huldukonuni úr neyð; Hanis í Búrstovu á Eiði er sætti maður frá henni. — Eina ferðina eftir hetta vóru Eiðsmenn á fjalli at taka skurð, og maður Elsebu var ein av rakstrarmonnunum; meðan fjallmenninir savna seyðin hvör á sínum stað, sleppur lamb úr gonguni hjá honum, og hann rennur eftir tí. Nú møtir hann huldumanni, sum í ilsku sigir við hann, at hevði hann ikki ligið við liðina hjá Elsebu um náttina, skuldi ilt verið honum fyri, tí at hann hevði gingið yvir tekjuna hjá teimum.
Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 341–342.