Ein bóndi var á Trøllanesi á sinni, sum æt Kjølur. Hann droymdi eina nátt, at hann skuldi eiga átta synir, og síðan skuldi hann síggja hval koma og gloypa allar átta á útiróðri. Hann vaknaði, sovnaði aftur og droymdi, at, um hann goymdi henda dreym í tríati ár, skuldi hann einki hava at týða. So er at telja frá, at Kjølur átti átta synir. Teir vuksu upp og komu til útróðrarmenn. Ein dagin, sum tað gongur á tretivta árið frá tí, at bóndin droymdi dreymin (ikki vóru tey tríati árini full), eru teir á útiróðri allir, bóndin og synir hansara. Tá ið teir eru komnir inn í Kalsoyarflógvan áraka kleivina, sum gongur upp til bygdina á Nesi (Trøllanesi), nú hugsar bóndin: »Skamm dylji nú dreymin longur! Nú man hann einki hava at týða, tí nú gongur á tretivta árið,« og so telur hann dreymin. Tá kemur ein slættibøka og gloypir yvir bátin, allan sum hann er. Slættibøkan kom rikin í Bergen í Noreg, og báturin varð drigin fram úr kjaftinum á henni; tá sótu allir menninir fram á knøini við árunum í hondunum. Teir komu heim aftur til Føroya, men hin gamli, Kjølur, var so forharmaður um henda tilburðin, at hann rýmdi av Trøllanesi og búsettist í Kjalarnesi (Kjalnesi) í Kollafirði. Tí eitur tað Kjalarnes (Kjalnes), sigur gomul munnsøgn.
Источник: Jakob Jakobsen, Færøske folkesagn og æventyr, 1898–1901, bls. 147–148.
Орфография текста приведена к современным нормам.