Eitt heystið um mikkjalsmessutíð vóru hvalbingar í Lítlu Dímun og tóku seyð. Tá ið teir skuldu fara úr aftur oynni, saknaðist ein maður úr Vørðu. Teir bíðaðu eina góða løtu, men eingin maður kom, og teir hugsaðu tí, at hann mundi vera omandottin. Seint var til dags, og tað ókyrraði, so teir tordu ikki at bíða longur, men fóru avstað. Ofta hugsaðu teir um at vitja aftur, men ikki viðraði. Maðurin, sum eftir var á oynni, sókti um náttina inn í eitt helli, har sum fuglamenninir vóru vanir at sova. Mong helli eru í berginum (á sunnaru síðu á oynni), og rók er, sum menn kunnu ganga eftir til teirra; tey eru so long, at væl ber til at liggja í skjóli har fyri regni og vindi. Um morgunin, tá ið hann vaknaði, stóð borðreitt fyri honum við heitum mati, og so var tað hvønn einasta morgun. So mikið stóð um morgunin, sum hann kundi liva við um dagin. Kobbakjøt og fuglakjøt var tað mesta, hann fekk; seyðakjøt onkuntíð ímillum at. Tá ið veðrið var gott, gekk hann og reikaði uppi á oynni. So leið tíðin fram undir jól. Eina nátt, sum hann lá í hellinum og gramdi seg um, at hann visti ikki, nær ið jól mundu vera, ljóðaði ein reyst inn til hansara: »Náttin ein og dagarnir tveir til jóla.« Jólamorgun stóð ein kobbagrúkur fyri honum. So leið veturin, og várið kom. Eina nátt droymdi hann, at í morgin kom hann at sleppa burtur úr oynni, men nú átti hann at leggja sær væl í geyma ikki at siga nøkrum menniskja frá, hvussu hann hevði livað; tí um hann segði frá tí, skuldi hann ikki gangast av árinum. Dagin eftir kom ein bátur at sita undir oynni; tá rópaði hann til teirra og segði, hvør hann var. So tóku teir hann inn í bátin, men vildu illa kennast við hann í fyrstuni, tí hann var vorðin so feitur. Í eitt ár gekk hann rætt sum í dula og talaði einki. Einki brekaði honum tó til heilsuna. Men konan gekk og amaðist uppá hann í heilum og fekk lokkað hann umsíðir til at siga sær nakað lítið frá. Tá livdi hann ikki aftur í árið.
Источник: Jakob Jakobsen, Færøske folkesagn og æventyr, 1898–1901, bls. 55–56; 556–557.
Орфография текста приведена к современным нормам.
Meddelt mig i Kvalbø, Suderø, og ligeledes af min moder, Johanne Hansdatter fra Sand, Sandø.
Kærnen i dette sagn er en gammel, også andre steder bevaret, myte: Den ensomme mand, ladt tilbage på det øde sted, véd, at julen står for døren, og græmmer sig over, at han ingen udvej har til at få at vide nøjagtigt, når han skal skal holde jul; en overnaturlig røst lader sig da høre og åbenbarer ham, når julen falder (»Náttin ein og dagarnir tveir til jóla«). Den samme myte genfindes bl. a. i et norsk sagn, »Svartdouven i Sætersdalen« (A. Faye, Norske Folkesagn, Christiania 1844, s. 137), hvis hovedindhold i al korthed er dette: Den sorte død hærjer Finddalen (Sætersdalen) og skåner kun to ægtefolk, Knud og Thora Nuten. Disse sørge over, at de ikke vide, når julen falder, og Thora drager afsted i denne anledning for at opsøge nogle nybyggere, som skulle være komne til Sætersdalen. Da hun kommer forbi en klippevæg og sætter sig ned for at holde hvil under denne, hører hun følgende røst ud fra fjældet:
»Deka deka Thole [Thora]!
Bake du Brøuv te Jole!
Note ei
aa dagana tvæi,
so længe æ de ti Jole.«
Hvorpå Thora glad vender tilbage til sin mand med denne besked.
Som det vil ses, stemme linje 3 og 4 i det norske vers nøje med det færøske sagns: »Náttin ein og dagarnir tveir (til jóla)«.