XXII. Mikines.

Mikines hevir eftir manna sögn verið flotoy. Ein maður í Sörvági, sum javnliga róði út, ræddist illa stórhvalirnar úti á havi, og av tí hann ikki átti bævur at styggja teir burtur við, hevði hann til tess tarvsmykju, sum hann kastaði í sjógvin, tá ið hvalir vóru nær staddir bátinum. Nú hann situr úti á havi og rekur fyri vestan Vágar, sær hann stóra oyggj koma undan úr tokuni; allir draga upp og rógva sum skjótast at oynni. Sörvágsmaðurin, ið fyrstur hevði borið eyga við hana, kastaði mykjuna upp á eitt nes, sum teir komu at, og steig so á land sjálvur; tá festist oyggin av mykjuni, ið blakað var upp á nesið, og av tí sigist oyggin at hava fingið navn Mykjunes. Aðrir nevna hana Mikines av tí mikla nesinum eystast á oynni, sum eitur Núgvunes.

Í öðrum frásögnum er sagt, at eina ferðina var ein risi, sum vildi búgva í Føroyum, men tær oyggjar, sum honum líkaði best, vóru ovsmáar, og tí ætlaði hann at leggja fleiri saman. Fyrst kom hann til Kolturs og legði hana, hvar hon liggur nú. So fór hann til Skúvoyar, at draga hana áfasta við Koltur. Men Skúvoyingar spurdu hann, um tað var álvara, at hann vildi búgva í teirri oyggj, sum Kálvur lítli hevði átt. Nú risin hetta hoyrir, at ein kálvur hevði átt Skúvoy, vildi hann ikki hava hana og takkaði teimum, at teir hövdu sagt sær frá hesum, gav teim stórar gávur aftur fyri og fór so haðani. Fyri norðan landið fann hann nú eina stóra oyggj, sum honum tókti vera góð hjá sær at búgva á; hann førdi hana tí suður eftir havinum, men tá ið hann kom fyri vestan ábeint Vágar, var hann ikki mentur at fáa hana longur. Hann lá um eina viku og kýttist at fáa oynna suður til Kolturs, men ikki bar til hjá honum longur at flytja hana, hann kundi ikki vika hana úr staði. Illur í huga mælti hann tá: «fjör mítt, fjör mítt, hevði eg fingið oynna upp fyri, fekk eg væl hesa undir kav;» tí ongum öðrum unnaði hann oynna Mikines at búgva á enn sær sjálvum. Enn á dögum sigast menn stundum at hava sæð eina oyggj fyri norðan Vágar; há fjöll eru sjónlig á henni, djúpir dalir og hvítir fossar; helst eru tað Sörvágsmenn, sum hava sæð hana grant ofta, tá ið teir hava verið burtur í haga at røkta seyð har, hvar norðurhavið er haft í eygsjón. Ei er tí at undrast á, um Mikinesmenn eru í döpurhuga, tá ið tíðindi berast út til teirra, at onkur aftur hevir sæð hesa oynna; — hvör veit, um risin livir ikki enn og kann sökkja Mikines í kav fyri at fáa oynna fyri norðan flutta suður og festa, hvar hann vil hava hana at vera?

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 352–354.

© Tim Stridmann