88. Niðagrísurin í hosuleggaldinum.

Ein arbeiðskona í Ónagerði, prestagarðinum á Viðareiði, kom fyri leysingabarn og drap tað í loynd. Ein fátækur húskallur var har í prestagarðinum, eyknevndur Písli; frá honum tók hon eitt hosuleggald, sum hon koyrdi barnið í, og síðan gróv hon tað niður. Eina tíð eftir hetta giftist henda sama arbeiðskonan, og stórt brúdleyp varð hildið. Meðan tey dansa brúðardansin, kemur ein niðagrísur rullandi inn í einum hosuleggaldi, hoppar inn í ringin og kvøður:

Min moder bær guld;
jeg danser i uld,
jeg danser i hosuleggald Písla.

So bóltaði hann sær fyri føturnar á mommuni; men hon svímaði og varð borin út, og brúdleypskætin fekk brattan enda.

Источник: Jakob Jakobsen, Færøske folkesagn og æventyr, 1898–1901, bls. 231–232.

Орфография текста приведена к современным нормам.

© Tim Stridmann