VII. Nykur.

Nykurin býr í vötnum; á botninum niðri í dýpinum hevir hann sítt tilhald; men haðan fer hann ofta á land, og honum er ikki gott at møta; stundum er hann líkur einum vökrum lítlum hesti, sum tykist at vera góður og spakur, og har við lokkar hann fólk at nærkast til sín at klappa honum og strúka honum eftir baki, men tá ið tey tá koma at nerta við halan, verða tey áföst við hann, og tá sleppir hann ongum, men dregur tey við sær til botns í vatninum. Stundum møtir hann fólki í manslíki sum ein prúður unglingi at lokka gentur við sær og lovar teimum gleði og gaman í síni höll, um tær vilja fylgja honum eftir; men fáa tær tá illgruna um, hvör hann er, sum tær eru við at geva seg burtur til, so at tær fáa nevnt hann við rætta navni: «nykur», missir hann maktina yvir tær og má sleppa teimum og fara einsumallur í vatn sítt. Tað er sagt, at nykurin kann líkaleiðis umskapa seg líkan öllum ferføttum djórum, utan stikulin av veðra ella veðurlambshorni skal hann ikki kunna skapa á seg; men rossi er hann líkur, tá ið hann ikki hevir broytt ham sín, og tað hevir borið monnum til at fáa vald yvir hann við at rista kross á baki á honum, og hava teir tá haft hann til at draga við halanum stórt grót oman úr fjöllum til gerðisgarðar ella hús, sum enn sæst í Húsavík í Sandoy og á Eiði í Eysturoy, og tað stóra grótið, ið har er saman komið, ber vitni um, hvussu sterkur hann er. Á Takmýrum í Sandoy liggur ein stórur klettur, sum teir vildu hava hann at draga til Húsavíkar; men har slitnaði halin, og steinurin stendur har; ein partur av nykarhalanum, sum var áfastur við steinin, er sjónligur á honum enn.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 334–335.

© Tim Stridmann