IX. Sjódreygil.

Sjódreygil (sjódreygur) sæst eftir sólsetur standa á útskerjum; tá ið menn fara til útróðrar, rópar hann til teirra og biður teir lova sær í bátin; teir hava stundum tikið hann inn og sett hann á bekk at rógva við hinum monnunum; meðan hádimmið er, rør hann minst móti tveimum; so sterkur er hann. Hann kann væl at leggja mið, um ikki er ljóst at tekkja ýtini. Men tá ið líður móti degi, minkar hann og, tá ið sól rísur upp úr havi, vegrast hann burtur í einki. Teir hava rist kross fyri hann, men alt sum meir og meir hevur roðað fyri sól í eystri, hevir hann eymari biðið fyri sær og bønað mennirnar at sleppa sær burtur. Eina ferðina vildu teir ikki sleppa honum, men tá ið sól var upp komin, hvarv hann, og tá lá breiðageislin eftir á bekkinum; tí sjódreygilin sigist at hava skapað breiðageislan av fólki upp á seg, og tí liggur breiðageislin eftir, um dreygurin sjálvur hvörvur. Tílíkar hvörvusjónir eru við honum: tykist hann stundum líkjast manni, stundum hundi; hann er móreyður at liti; hann tútar og ýlur, so tað má hoyrast langan veg; eldur fýkur úr honum, tá ið hann er staddur á landi; hann hevir ikki meir enn ein fót (ella sporl), men kann hoppa langt á honum; sporini hava sæst eftir honum á kavanum. Tá ið hann møtir manni á landi, roynir hann at ota hann út á sjógv.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 336.

© Tim Stridmann