XXI. Svínoy.

Tað er manna sögn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var flotoy av fyrstu tíð. Hon kom upp fyri norðan, men sást sjaldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjörka. Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð föst oyggj. — Í bygdini á Viðareiði í Viðoynni áttu menn eina súgv, men ongan gölt, og tó var súgvin kviðin á hvörjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta, og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk sögdu nú, at tey hövdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur. Ein dagin fór hon kvikliga eystur ígjögnum bygdina og yvir um eið móti Eiðsvík. Ein kona fekk fatir á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni; súgvin fór á sjógvin og svam frá landi. Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum; teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni; tá ið súgvin hevði borið jarn út á hana, festist hon, og strax lýsti í mjörkanum, sum hevði ligið um hana, og har hevir hon ligið síðani. Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí at hon var full av svínum, tá ið teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur; men úti á henni var tað, at Viðareiðissúgvin hevði søkt sær brund.

Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 352.

© Tim Stridmann