Sæneyt (ella sækýr) eru lík öðrum kúm til útsjóndar, men mjólka nóg betur; fólk vilja tí fegin hava hesar kýrnar. Stundum hava tær funnust trettándu nátt í fjósum hjá hinum neytunum; verður krossur ristur á bak teirra, verða hesar sækýrnar standandi kvirrar hjá hinum.
Trettándu nátt finnast eisini huldukýr stundum í fjósunum; men tær vil eingin hava, tó at tær mjólka væl, av ótta fyri huldufólkunum, sum vildu hevnt slíkt. Hesar kýrnar eru eyðkendar frá sækúnum, tí at tær venda hövdinum upp móti fjalli, men huldukýrnar móti sjónum. Huldufólkini hava mong neyt, sum ganga í haganum hjá hinum neytunum, tó at fólk einki síggja síni neyt. Huldukonan í Dali í Sandoy hoyrdist telja kýr sínar: «Eg sat mær í heyggi við Rumlu og Reiggju, har hoyrdi eg Hupulin gella; oman skríða Hákur og Krákur, kenni eg Kinu langs spina,1 Ýla og Ála, Eskja og Kála, Geita og Grana, Flekka og Fræna; Hildan stjarna er kend fyri mær, Gullgríma og Oxakolla, mist havi eg Grímuna gráu, stytstu og lágu — komnar eru kýr okrar allar; stynjandi gongur hon Brynja aftast á hölunum av öllum».
1 Kinu langs spina, — в некоторых современных изданиях это исправляют на Kinu, Langspinu;. Однако если данный текст изначально был поэтической тулой, то оба имени, очевидно, должны аллитерировать и здесь вместо Kina должно быть имя Lina. Подробнее см. общий коммент. и примеч. 5 к переводу. — прим. Speculatorius.
Источник: Hammershaimb V. U., Færøsk anthologi I (1891), bls. 337–338.