Ein bóndi í oynni Stóru Dímun var burtur í haga ein dagin. Sum hann gekk, talaði eitt og bað hann geva sær ull til einar vøttir. Hann svaraði ja; men einki livandi hann sá, ið hvussu hann leit rundan um seg. Dagin eftir fór hann aftur burt í haga og legði ullina har, sum hann hevði hoyrt røddina. Tá ið hann kom aftur um aftur, var ullin burtur. Nakra tíð eftir var bóndin á útiróðri; ódnarveður brast á, og menninir komu í havsneyð. Sum teir stríðast við at rógva til lands, hoyrist eitt at rópa: „Vattavinur mín! legg eystur um oynna, tí vestanfyri er óført!“ Tað vanliga lendiplássið í Dímun, „á Gjónni“ kallað, er vestantil á oynni, men eitt annað lendipláss er eystanfyri, sum eitur Barmur. Bóndin gjørdi, sum henda sama røddin segði, og kom fram.
Источник: Jakob Jakobsen, Færøske folkesagn og æventyr, 1898–1901, bls. 210; 585.
Орфография текста приведена к современным нормам.
Gammelt skippersagn. Meddelt mig af min moder, Johanne Hansdatter, Sand, Sandø.
Sagnet genfindes i forskellige former både i Danmark, Norge og Sverige.
I Jens Kamps «Danske Folkeæventyr» findes et sagn ved navn «Skipperen og Havfruen», stammende fra Bogø: En Bogøskipper er ude i Østersøen i hårdt vejr; en havfru, som har mistet sin ene vante, kommer op, og skipperen tilkaster hende en vante; året efter er skipperen igen i Østersøen i hårdt vejr; havfruen kommer da op og siger:
Hør, du Vante-Ven!
Her er din Vante igen.
Læg inden for «Borge»!1
Det skryder paa «Tolk»2
og knager i Egene i Norge.
Det nævnte Bogøsagn er også meddelt i Kamps «Danske Folkeminder» om en havmand (nr. 18: Fiskeren og Havmanden). Efter Kamp findes i bladet «Fædrelandet» 1867–1868 sagnet omtalt fra Lofoten i Norge, og i et sydsvensk tidsskrift findes det (ligeledes efter K.) omtalt fra en svensk indsø. Jfr. E. T. Kristensen, Danske Sagn II, s. 142–46. På islandsk tidligst i Arngrim Jonssons Supplementum Hist. Norvag., fortalen (år 1594).